Út í heim

Skriva út

alt

Ert tú ein teirra, ið droymir um at sleppa út um landoddarnar og uppliva alt tað, ið heimurin hevur at bjóða? Slepp gerandisdegnum eina løtu og loyp út í tað ókenda, har hvør dagur er eitt nýtt ævintýr fylt við spennandi upplivingum og avbjóðingum, ið eru við til at ríka títt lív. 

Sum nakað nýtt kunnu vit á Faroe Travel bjóða viðskiftafólki okkara fjakkaraferðir. Vel millum okkara frammanundan samansettu ferðir, ella fá hjálp eftir tínum egnu ynskjum at seta ein túr saman. Tú hevur frælsi at velja júst hvagar og hvussu skjótt tú ferðast. Heimurin hevur hópin av møguleikum – tað er einans tú, ið setir mørkini.

  • Vit kunnu hjálpa tær við:
  • Flogferðaseðlum
  • Ferðatrygging
  • Gisting
  • Pass- og visumreglum
  • Peningaráðgeving
  • Vegleiðing um koppsetan (vaccinatión)
  • Vegleiðing um nær man skal fara hvagar
Set teg í samband við okkum, vit vilja fegin hjálpa tær á veg. 
 
 
alt

Uppskot 1

Vágar – Keypmannahavn – Hong Kong  – Brisbane // Sydney – Christchurch // Auckland  – Fiji – Los Angeles – Reykjavík – Vágar 

– Við flogfari og  yvir land

Hendan eyðkenda fjakkararutan byrjar í veldiga metropolinum Hong Kong. Njót eyðsýnda útsýnið yvir býin frá The Peak ella gakk ein túr framvið Victoria Harbour. Úr Hong Kong gongur leiðin til Avstralia, ið er yndisstaður hjá  nógvum fjakkarum. Og ikki uttan orsøk. Landið kemur nógv at bjóða ferðandi. Kava í heimsins størsta korallrivi, Great Barrier Rief. Vitja sandoynna, Fraser Island. Klintra upp á Ayers Rock og síggj sólina seta. Uppliva stórbýarlívið í Sydney áðrenn flogið verður til náttúruvakra Nýsæland. Lat ævintýrarin sleppa at vísa seg, royn riverrafting ella hvat við at loypa út í fallskýggja? Halt áfram yvirum Stillahavið til eksotisku Fiji. Sigl millum tær mongu oyggjarnar ella hvíl teg í eini heingikoyggju við eini frískari kokusnøt í hondini. Flúgv síðani til einglanna bý, Los Angeles, í USA. Vitja stjørnurnar í Hollywood og liv dreymin í møguleikans landi, áðrenn flogið verður aftur henda vegin.

alt

Uppskot 2

Vágar – Keypmannahavn – Bejing // Hong Kong – Hanoi // Bangkok – Delhi –Keypmannahavn – Vágar 

 – við flogfari og yvir land

Kom við á ferð gjøgnum forvitnisliga Asia og uppliva tess ymisktleika. Ein heimspartur í stórari menning, har fortíð og nútíð verða samantvinnaðar. Fyrsti stegður er søguríka Kina, haðani ein sjálv/ur ferðast til Hong Kong. Á túrinum hevur tú møguleika at vitja forbodna býin í Beijing, ganga ein túr eftir kinverska múrinum, koyra rickshaw gjøgnum ovurfyltu gøturnar, vitja Terrakotta-hermennirnir í Xian, pandabjarnir í Chengdu og síggja ótrúligu náttúruna rundan um Yangshou. Úr Hong Kong gongur leiðin til Vjetnam. Uppliva magiska Halong Bay, fá skræddaraseymaði klæðir í Hoi An og súkkla ein túr gjøgnum Ho Chi Minh City. Tú kanst t.d ferðast gjøgnum Mekongáarósan til Kambodja á veg til Teiland. Uppliva støð í Kambodja, ið fá ferðafólk hava sett sín fót. Síggj sólina rísa handan stórfingnu templini í Angkor Wat. Far síðani yvir um markið til Teiland. Har tú kanst ríða á fílabaki gjøgnum frúmskógir, eta góðan mat og bara taka tær av løttum á einum av vøkru tropisku oyggjunum. Steinasti steðgur í Asia er fjølmentaða India. Vitja kaotiskar stórbýir, njót friðsæluna uppi í Himmalayafjøllunum, vitja  prýðiliga Taj Mahal og njót seinastu dagarnar, á einum  av undurfullu strondunum í Goa, áðrenn farið verður heim aftur. 

alt

Uppskot 3

Vágar – Reykjavík – Toronto – Havana – Cancún // San José – Miami – Keypmannahavn – Vágar

– við flogfari og yvir land

Tey eru ikki mong, ið velja júst hesa leiðina, men tað ger tað bara meira spennandi hjá tær at kanna hetta bergtakandi kontinentið. Ferðin byrjar í grannalandinum Íslandi, ávegis til Kanada. Í Toronto kanst tú m.a. uppliva víðagitnu Niagra Falls. Túrurin heldur fram til søguríku oynna Kuba. Landið hevur eina ótrúliga sjarmu, ið ikki kann samanberast við onnur lond. Set teg væl til rættis við eini sigar í hondini og einum mojito í hinari, og njót kubanska stemningin við livandi salsatónum í bakgrundini. Ferðin heldur fram í Meksiko, ið er fyrsti steðgur í Miðamerika. Haðani ferðast tú sjálv/ur oman til Kosta Rika. Í Miðamerika finnur tú heimsins bestu strendur við turkisbláum vatni og kritahvítum sandi, yndisligar kolonibýir, marglitta indiánaramentan, gamalar fornleivdir, ómetaliga vakra náttúru og hugtakandi landsløg. Vitja væl kenda Chichén Itzá í Meksiko. Lær teg spanskt í hugnaliga Antigua í Guatemala. Kava á Bay Islands í Honduras. Vitja vakra staðið, Isla de Ometepe í Nikaragua, og  klintra á gosfjøllum, ella lær teg at surfa í San Juan del Sur. Gakk ígøgnum tropiskar regnskógir ella ríð ein túr á hestbaki í fjøllunum í Kosta Rika. Hetta eru bert nøkur dømi um alt tað, ið Miðamerika hevur at bjóða ferðandi. Steðga á í Miami á veg heim aftur. 

alt

Uppskot 4

Vágar – Keypmannahavn – Quito – Lima – La Paz – Santiago – Buenos Aires – Rio de Janeiro – Keypmannahavn – Vágar

– Við flogfari og yvir land

Ferðast ígjøgnum Suðuramerika. Hesin heimspartur hevur eitt ótrúliga flott og fjøllbroytt landslag. Alt frá Andesfjøllunum til veldiga frumskógin Amasonas. Her er nógv til tey, ið dáma væl at bjóða sær sjálvum av við einum torførum gongutúri í fjøllunum, og til tey, ið dáma at letast í sólini og dansa samba langt út á næturnar. Byrja í vakra høvuðsstaðnum í Ekvador, Quito. Haðani er m.a. góður møguleiki at fara til fantastisku Galapagosoyggjarnar. Leiðin gongur víðari til Peru, har ein gongutúrur eftir inkarásini til bergtakandi og sagnakenda, Machu Picchu, avgjørt kann viðmælast! Steðga við vakra Titicacavatnið á markinum til Bolivia. Ferðast síðani gjøgnum stórbæru saltoyðimørkina, Salar de Uyuni í Bolivia, ið leiðir teg suður til Kili. Hetta langa og smala landið fevnir um alt frá Atakamaoyðimørkini í norð til jøklarnar suðuri í Eldlandinum. Uppliva síðani landið Argentina. Dansa tango á gøtuni í Buenos Aires, liva sum ein ’gaucho’ á einum bóndagarði, dyrka vín og njót ein leskiligan argentinskan búff. Ávegis til Brasilia liggja stórfingu og veldigu Iguazufossarnir. Í litfagra landinum Brasil kanst tú uppliva víðagitna karnevalið, sigla eftir Amasoná og fara á rannsøknarferð gjøgnum ovurhonds stóra frumskógin, ella rinda møðina á paradíslíkum strondum. Tú endar ferðina í lívliga stórbýnum Rio de Janeiro. Njót einastandandi útsýnið frá kendu kristusstandmyndini, Cristo Redentor, ið stendur høgt hevjað beint omanfyri henda sjálsama vakra býin.