Reykjavik

Í Íslandi er ein hópur av ymiskum spennandi at uppliva. Í høvuðsstaðnum Reykjavík, ið hevur áleið 120.000 innbúgvar er eitthvørt fyri ung sum gomul. Nevnast kann Hallgrímskirkjan, sum er størsta kirkja í Íslandi við sínum 74,5 metrum. Um farið verður upp í tornið bíðar ein vøkur sjón yvir alt Reykjavík - ein sonn uppliving.

Ein túr niðan í Perluna kann viðmælast har er eisini møguleiki at síggja alt Reykjavík. Høvi er at keypa ein kaffimunn við onkrum søtum afturvið og njóta útsýnið. Matstova er ovast uppi í Perluni og her kann ein góð máltíð njótast meðan gólvið spakuliga melur runt.

Laugardalur, ið hevur størsta uttandura svimjihyl og heitar pottar er opin alt árið og má roynast. Somuleiðis finst ein djóragarður við einamest íslendskum djórum alt frá reinsdjórum, revum og kópum til kýr, hestar og seyð.

Í Reykjavík eru framúr góðir møguleikar fyri at "shoppa". Gongugøtan niðri í býnum hevur nógvar handlar og café'ir. Uppi í Kringluni finnur man alt frá klæðum til matvørur.

 

Hotel Frón ***

     

Hotel Frón liggur mitt á høvuðsgøtuni í miðbýnum tætt við handlar og nógv ymisk matarstøð og kaffihús. Hotellið hevur 90 kømur á 4 hæddum. Kømurini hava WC/bað, hárturkara, telefon, sjónvarp, minibar, safety boks og tráðleysa internetatgongd.

Vikuskiftisferð íroknað flogferð, avgjøld og gisting í 3 nætur við morgunmati

Prísur frá fríggjadag til mánadag.
Fyri hvønn í dupult kamari úr kr. 3.894,- 
Eyka fyri einakamar úr kr. 730,- 

 

Hotel Ørkin ***

 

Føroyska sjómansheimi í Reykjavík. Liggur fáar min. frá Kringluni, miðbýnum og svimjihøll. Hotellið hevur føroysk fyristøðufólk. Tað eru 20 dupult kømur og 10 av teimum eru í 2 hæddum og rúma upp til 5 sengur. Øll hava wc/bað, hárturkara, sjónvarp og telefon. Eisini er møguleiki at gera sær drekkamunn og atgongd til tráðleyst internet.


Vikuskiftisferð íroknað flogferð, avgjøld og gisting í 3 nætur við morgunmati

Prísur frá fríggjadag til mánadag.
Fyri hvønn í dupult kamari úr kr. 4.017,- 
Eyka fyri einakamar úr kr. 980,-

 

Hotel Þingholt ***

       

Hotel Þingholt ***

Hotellið, ið fyrr húsaði eini prentstøð frá 1943 er umvælt og hevur nú ein serstakan nútíðar stíl. Hotellið liggur beint við handilsgøtuna á Laugavegi. Hotellið hevur 50 rúm, ið øll er innrættaði við snøggum nútíðar stíli við rót í íslendsku náttúruni. Við síðunar av hotellinum liggur matstovan DOMO, ið er ein av best umtóktu matstovum í Íslandi. Har er møguleiki at keypa mat við íblástri úr Asia og Frankaríki.

Vikuskiftisferð íroknað flogferð, avgjøld og gisting í 3 nætur við morgunmati

Prísur frá fríggjadag til mánadag.
Fyri hvønn í dupult kamari úr kr. ,-
Eyka fyri einakamar úr kr. ,-