Keypmannahavn

Býrurin, ið ikki stendur aftanfyri aðrar stórbýir. Keypmannahavn hevur eina ørgrynnu at bjóða bæði ungum og gomlum.
Kenda handilsgøtan Strøget við sínum mongu forvitnisligum handlum er altíð eina vitjan vert. Ikki er at gloyma sølusmiðstøðirnar Fields og Fisketorvet, ið altíð hava okkurt spennandi at bjóða uppá. Býurin rúmar eisini eitt ótal av matstovum, kaffibarrum og vínstovum, ið mugu upplivast. Tá talan er um undirhald er eisini breitt úrval. Biografar, konserthallir, undirhaldsstøð og ikki at gloyma Tivoli.


Hotel Crowne Plaza ****

   

Crowne Plaza Copenhagen Towers ****

Nýtt umhvørvisvinarligt hotell í Ørstad, ið er fyrsta hotell í Danmark, ið livir upp til láorkubólk 2-byggjarí krøvini frá EU til grønt byggjarí. Partur av størstu hotellketu, nevnd IHG InterContinental Hotels.

Hotellið hevur 25 hæddir og 366 ljós og væl innrætta kømur. Hvørs man er handilsfólk ella privatur so hevur hotellið góðar karmar fyri fundarhølum ella hølir til privatar veitslur. Sum eina góða tænastu skipar hotellið fyri ókeypis flutningi fyri sínar gestir millum lufthavnina og hotellið.
Gott samband inn til býin við Metro og í gangifrástøðu frá Fields.

Vikuskiftisferð íroknað flogferð, avgjøld og gisting í 3 nætur við morgunmati

Prísur frá fríggjadag til mánadag.
Fyri hvønn í dupult kamari úr kr. 4.324,-
Eyka fyri einakamar úr kr. 990,-

 

Hotel Hebron ***

       

Best Western Hotel Hebron ***

Hotel Hebron er eitt 3 stjørna hotel, ið liggur mitt í býnum, 5 min. frá høvuðsjarnbreytarstøðini og Tivoli. Hotellið hevur 99 góð og hugnalig kømur. Øll kømur hava hárturkara, telefon, tráleysa internetatgongd og møguleika fyri at gera sær kaffi, te ella kakao. Kømurini eru ymisk, tó hava summi møguleika fyri eyka uppreiðing. Mini sviturnar hava allar eitt eyka kamar.
Gott og fjølbroytt morgunmatar sjálvtøkuborð. Í kjallaranum er hugnlig stova við sjónvarpi har møguleiki er at fáa sær ein ókeypis drekkamunn.

Prísur frá fríggjadag til mánadag.
Fyri hvønn í dubult kamari úr kr. 3.971,-
Eyka fyri einakamar úr kr. 1.010,-