Billund

Skriva út

Billund er uppá fá ár blivin ein vælumtóktur býur við nógvum at bjóða teim vitjandi, serliga børnunum. Billund er verðinskent fyri Legoland og í fjør lat Lalandia upp og ger hetta býin uppaftur meira vælumtóktan. Við einum Resort passi fæst atgongd til Legoland, Lalandia Aquadome og Monkey Tonkey land.

 

Hotel Legoland ****

       

Hotel Legoland **** 

Hotellið hevur 199 kømur og er eitt satt upplivilsi fyri børnini. Kømurini er deild upp í standard kømur og 4 ymisk evnir. Kids House, Riddarar og prinsessur, Sjórænara og skattakamar og ævintýr kømur. Øll kømur hava lego spæliborð, sjónvarp, telefon, strúkijarn, hárturkara, tráleysa internet atgongd og møguleika fyri at gera ein drekkamunn.

Hotellið hevur nógv spælirúm, har man kan spæla Play Station, síggja teknifilm ella spæla við eina ørgrynnu av lego kubbum. Somuleiðis hevur hotellið egna inngongd til Legoland.

Møguleiki er hjá teimum vaksnu at hugna sær í pejsstovuni ella í barrini við onkrum leskandi, meðan børnini spæla í spælirúminum. Hotellið hevur eisini eitt fitness rúm.

Tvær matstovur eru á hotellinum, ið báðar hava nógv ymiskt til matna, ið øllum børnum dáma. Í familjumatstovuni kunnu børnini velja frítt millum teirr yndismat, meðan foreldrini kunnu eta úr a la'carte matskráð, grill ella tað stóra sjálvtøkuborðið, ið bjóðar ymiskar rættir frá allari verðini. í nýggju Adventure matstovuni er garanti fyri góðsku og uppliving fyri alla familjuna. Her er møguleiki at njóta matin, ið flottum spennandi umhvørvið.