Aalborg er høvuðstaður í Norðurjútlandi. Hann er vakur býur við hugnaligari shopping gongugøtu við nógvum góðum matstovum, Mangt er at síggja og fara til, bæði fyri vaksin og børn: listasøvn, tónleikur og sjónleikur á høgum støði, djóragarður og frítíðarstøð.
Kunningarstovan: www.visitaalborg.com
Djóragarðurin: www.aalborgzoo.dk
Sjósavnið: www.aalborgmarinemuseum.dk
Shopping: www.aalborgstorcenter.dk
Hotel CABINN
|
Hotel CABINN
Hotellið hevur 239 kømur, ið øll hava WC/Bað, sjónvarp, telefon, ókeypis internetatgongd og møguleika at gera sær ein drekkamunn. Parkeringskjallarin. Hotellið hevur opið 24 tímar um døgnið alt árið. Morgunmatarsjálvtøkuborð ikki íroknað men kostar kr 60,-.
Vikuskiftisferð íroknað flogferð, avgjøld og gisting í 3 nætur.
Prísur frá fríggjadag til mánadag. Fyri hvønn í dupult kamari úr kr. 3.731,- Eyka fyri einakamar úr kr. 850,
|
Zleep Hotel Aalborg
|
Zleep Hotel
Hotellið liggur 4 km frá miðbýnum. Kømurni eru innrættaði við skandinaviskum ljósum tónum við wc/bað, sjónvarpi og tráleysari internetatgongd. Hotellið hevur eina matstovu til morgunmat, sum eisini bjóðar borðreiðir við onkrum smávegis at eta og drekka. Handicapp vinarlig kømur uttan meirkostnað. Hotellið hevur stórt parkeringsøkið, ið er ókeypis.
Vikuskiftisferð íroknað flogferð, avgjøld og gisting í 3 nætur.
Prísur frá fríggjadag til mánadag. Fyri hvønn í dupult kamari úr kr. 3.647,- Eyka fyri einakamar úr kr. 850,-
Morgunmatur er ikki íroknaður og kostar kr 59,-
|