Printa

Ferðir fyri vaksin - beinleiðis úr Vágum til Mallorka

Komandi summar, hvønn týsdag, í tíðarskeiðinum 02 juni til 25 august verður møguligt at flúgva beinleiðis til Mallorka.
Faroe Travel hevur tvey góð tilboð til tey sum ynskja eina ferð fyri vaksin.

IBEROSTAR Royal Cupido ****

IBEROSTAR Royal Cupido, 4 stars hotel

Hotellið, sum liggur í býnum Palma liggur út til avbera vøkru strondina og er ætlað vaksnum og pørum. Hotellið sum nýliga er høvuðsumvælt hevur 169 kømur og ein 27 m lang svimjihyl. Hotellið bjóðar framúr góðan mat og eisini er møguligt at bíleggja ALL INCLUSIVE, sum er av høgum standard. Møguleikarnir fyri at slappa av og hugna sær eru fleiri. Golfvøllur liggur tætt við og hotellið bjóðar eisini ymiskar SPA og WELNESS viðgerðir. WIFI, mótivegis gjaldið, er á hotellinum og gestirnir hava atgongd til 30 min ókeypis WIFI hvønn dag.

Book now and get the best price available through the official web page of the IBEROSTAR Royal Cupido     IBEROSTAR Royal Cupido, holidays with a very nice accommodation, gastronomy and leisure

Prísur fyri hvønn í deildum dupult kamari íroknað morgunmat,
úr kr. 7.995,-

________________________________________________________________________


IBEROSTAR Suites Hotel Jardín del Sol ****



Flotta nýumvælda ALL INCLUSIVE hotellið fyri vaksin og pør liggur í sera vakra umráðnunum í Santa Ponça víkini í Costa De La Calma. Hotellið hevur ein breiðan hóp av ymiskum luksus íbúðum og møguligt er at njóta "Star Prestige" økið - har ein veruliga verður forkelaður frá topp til tá við persónligari tænastu, møguleikanum at njóta góða veðrið í framúr vakra umhvørvinum, avsláttur á SPA viðgerðum o.m.a
Øll kømur hava egið boblibað so møguleikin at slappa av er í hásæti.
Samanumtikið tað upplagda valið fyri tey sum ynskja frið, vakurt umhvørvi, fyrsta floks persónliga tænastu og ikki minst góða veðrið.

     

Prísur fyri hvønn, í deildum dupult kamari íroknað morgunmat,
úr kr. 8.250,-

Printa

Komandi summar - beinleiðis til Mallorka

Nú fáa føroyingar møguleika at ferðast beinleiðis við Atlantic Airways til Mallorka í tíðarskeiðinum 02. juni til 25. august 2015.
Mallorka hevur verið serliga vælumtókt fríðtíðarstað í fleiri áratíggjur. Tann passaligi hitin, vøkru og barnavinarligu strendurnar og fitta fólkaslagið hevur gjørt sítt til at bæði føroyingar og onnur trúðføst hava ferðast til Mallorka.

í tøttum samstarvi við Iberostar bjóðar Faroe Travel fyrsta floks hotellir ymsastaðnis á Mallorka. Øll hotellini eru serstakliga barnavinarlig við barnaklubbum fyri smá og størri børn, svimjihyljar og spæliplássum. Eisini er møguligt at bíleggja All Inclusive, sum hevur sera høgan standard.

Iberostar hevur tvey hotell, sum eru serliga ætla vaksnum. Hesi eru gjørd við tí fyri eyga at kjúkla um allar sansir so ein veruliga kann njótað friðin, umhvørvið, matin og ikki minst góða veðrið.

Miðalhiti    
      Juni     Juli   August
Luft max     26     29     29
Luft min.     17     19     20
Vatn     21     24     25

 

Hotellir

Iberostar Albufera Playa ****

Hotel in Majorca. IBEROSTAR Hotels & Resorts

Iberostar Albufera Playa ****

Stórt og vælumtókt All Inclusive hotell partur í vælkendu Iberostar-ketuni. Hotellið liggur beint við eina strond í Playa de Muro, sum er ein av bestu strendrunum í Mallorka. Hotellið deilir ymiskar hentleikar við systirhotellið Iberostar Albufera Park fyri at gestirnir skulu fáa besta upplivilsi gjørligt. Hotellið hevur 3 ymiskar barnaklubbar til allar aldurbólkar.

Møguligt er at bíleggja einans kamar ella við morgunmati, hálv pensión ella All Inclusive.

Iberostar Ciudad Blanca ****

IBEROSTAR Ciudad Blanca, 4 stars hotel

Iberostar Ciudad Blanca ****

Hotellið liggur beint við vøkru og barnavinarligu strondina. Tætt við liggur ein golfvøllur. Somuleiðis bjóðar hotellið barnaklubbar fyri smærri og størri børn. Møguleiki fyri WIFI mótvegis gjaldið. Hotellið hevur svimjhyl og barnahyl og møguligt er at læna baðihandklæð. Møguligt er at fáa SPA viðgerðir mótvegis gjaldið. Somuleiðis bjóðar hotellið ALL INCLUSIVE og barnamatskrá.

Iberostar Alcudia Park ****

Hotel in Majorca. IBEROSTAR Hotels & Resorts

Iberostar Alcudia Park ****

Hotellið sum liggur út til strondina í Playa de Muro er eitt av bestu hotellum í Alcudia. Hotellið bjóðar hevur eksklusivt ALL INCLUSIVE við barnamatskrá og er eitt upplagt val hjá barnafamiljum við sínum tryggu rammum. 
Tað eru 366 íbúðir har fleiri av teimum hava sera gott útsýni antin yvir hav, garðin ella svimjihyljarnar. Somuleiðis bjóðar hotellið barnaklubb fyri allar aldursbólkar. Hotellið hevur svimjihyl til tey smæðstu, innandura og uttandura svimjihyljar, har møguleiki er at læna baðihandklæði. Møguligt er eisini at forkela seg við SPA viðgerðum. WIFI er á hotellinum mótvegis gjaldi.
    

end faq

Printa

Barcelona 2014

Í ár flýgur Atlantic Airways aftur beinleiðis til Barcelona frá 18. mai til 19 oktober. 
Seti tykkum í samband við okkum og vit hjálpa tykkum at seta ferðina saman júst so hon livir upp til tykkara ynskir.
Enn er møguligt at fáa ferðaseðlar og gisting fyri góðan prís eitt nú:

 

Fráfrerð úr FO 24 AUG 14
Gisting á Hotel Tahiti Playa**** í Santa Susanna, Costa Brava
Heimferð 31. AUG 14

Prísur úr EINANS kr. 7.125,- fyri hvønn í dupult kamarið íroknað morgunmat og transfer.