
Prísur, galdandi úr Føroyum, úr kr. 6.285,- fyri hvønn
Alanya er størsti og mest vitjaði feriubýur í Turkalandi. Býurin bjóðar upplivingar til øll og í ár er heldur einki undantak. Í summar letur upp spildurnýtt Sunprime Resort - til tey vaksnu, ið raðfesta friðin og framúrskarandi vakurt umhvørvið. Góðan mat og vín í friðaligum umhvørvið uttan børn.
Alanya hevur langar strendur, sera góðar møguleikar fyri shopping, gott býarlív og hópin av útferðar møguleikum.
Uttan mun til um man ferðast sum barnafamilja, par ella ungdómur so er býurin á tremur við gistingarmøguleikum. Ferðast man sum barnafamilja so eru hotell sum SunPark Garden, Green Garden og Long Beach, sum er nýggjast SunGarden hotellið uppløgd hotell. Tey hava snøgt sagt okkurt til allar aldursbólkar.
Fleiri ferðir um vikuna er møguligt at vitja basara, sum selja alt frá skóm, smykkum, teppum, klæðum og kryddurtum.
Møguleikarnir fyri at síggja landið og uppliva mentanina eru fleiri í tali. Fleiri ferðir dagliga gera bátanir dagútferðir, har høvið er at sóla sær og svimja á sjónum. Eitt nú kann man eisini fara ein longri túr til Pamukkale, sum eru kent fyri sítt flotta kritahvíta kálk landslag .
Um kvøldið vaknar býurin av álvara. Matstovur og barrir byrja at fyllast. Tónleikurin rungar á hvørjum hornið. Angin av grillaðum fiski, lambi, kebab og turkiskum breyðið fyllir gøturnar.
Miðalhiti
Jan
Feb
Mar
Apr
Mai
Jun
Jul
Aug
Sep
Okt
Nov
Des
Luft max
15
15
18
21
25
30
34
34
31
26
22
17
Luft min.
6
7
8
11
15
20
23
23
19
15
11
8
Vatn
16
16
16
17
20
23
25
27
26
24
20
18
Hotell








