
Ert tú ein teirra, ið droymir um at sleppa út um landoddarnar og uppliva alt tað, ið heimurin hevur at bjóða? Slepp gerandisdegnum eina løtu og loyp út í tað ókenda, har hvør dagur er eitt nýtt ævintýr fylt við spennandi upplivingum og avbjóðingum, ið eru við til at ríka títt lív.
Sum nakað nýtt kunnu vit á Faroe Travel bjóða viðskiftafólki okkara fjakkaraferðir. Vel millum okkara frammanundan samansettu ferðir, ella fá hjálp eftir tínum egnu ynskjum at seta ein túr saman. Tú hevur frælsi at velja júst hvagar og hvussu skjótt tú ferðast. Heimurin hevur hópin av møguleikum – tað er einans tú, ið setir mørkini.
- Vit kunnu hjálpa tær við:
- Flogferðaseðlum
- Ferðatrygging
- Gisting
- Pass- og visumreglum
- Peningaráðgeving
- Vegleiðing um koppsetan (vaccinatión)
- Vegleiðing um nær man skal fara hvagar
Set teg í samband við okkum, vit vilja fegin hjálpa tær á veg.





