Sunprime Ocean Alanya Beach Suites & Spa****+

Print

Sunprime Ocean Alanya Beach Suites & Spa

 

Sunprime Resort - feria fyri vaksin

Sunprime Resort leggur dent á lívsnjótarar, ið ferðast uttan børn. Um tú raðfestir góðan lekran mat, vakurt umhvørvið og góðar møguleikar at forkela teg við Spa & Welness so er Sunprime júst nakað fyri teg. 

Í maj 2012 letur Sunprime Ocean Alanya Beach Suites & Spa upp. Hotellið er gjørt í stand og er deilt upp í 3 bygningar, har ein liggur beint oman til flottu strondina, ið nevnist Kleopatra Beach. Um ein heldur vil halda seg til svimjihylin so eru góðir møguleikar fyri tí. Hotellið lænir út handklæðir til svimjihylin og strondina - so ein nýtist ikki at hugsa um tað.

 

Suitirnar ella kømurini hava øll altan og summi hava havútsýni. Hotellið hevur egna matstovu, sum borðreiðir við framúr góðum mati og víni. Upplagt at njóta eina góða máltíð. Viðmælt verður at seta tíð av til eina viðgerð í SPA deildini - sum hevur starvsfólk, ið skilja skandinaviskt.

 

Miðalhiti  
  Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des  
Luft max 15 15 18 21 25 30 34 34 31 26 22 17  
Luft min. 6 7 8 11 15 20 23 23 19 15 11 8  
Vatn 16 16 16 17 20 23 25 27 26 24 20 18


Prísur, galdandi úr Føroyum, úr kr. 7.285,- fyri hvønn