Alanya

Prísur, galdandi úr Føroyum, úr kr. 6.285,- fyri hvønn

Alanya er størsti og mest vitjaði feriubýur í Turkalandi. Býurin bjóðar upplivingar til øll og í ár er heldur einki undantak. Í summar letur upp spildurnýtt Sunprime Resort - til tey vaksnu, ið raðfesta friðin og framúrskarandi vakurt umhvørvið. Góðan mat og vín í friðaligum umhvørvið uttan børn.

Alanya hevur langar strendur, sera góðar møguleikar fyri shopping, gott býarlív og hópin av útferðar møguleikum.
Uttan mun til um man ferðast sum barnafamilja, par ella ungdómur so er býurin á tremur við gistingarmøguleikum. Ferðast man sum barnafamilja so eru hotell sum SunPark Garden, Green Garden og Long Beach, sum er nýggjast SunGarden hotellið uppløgd hotell. Tey hava snøgt sagt okkurt til allar aldursbólkar.

Read more...

Sunprime Ocean Alanya Beach Suites & Spa

 

Sunprime Resort - feria fyri vaksin

Sunprime Resort leggur dent á lívsnjótarar, ið ferðast uttan børn. Um tú raðfestir góðan lekran mat, vakurt umhvørvið og góðar møguleikar at forkela teg við Spa & Welness so er Sunprime júst nakað fyri teg. 

Í maj 2012 letur Sunprime Ocean Alanya Beach Suites & Spa upp. Hotellið er gjørt í stand og er deilt upp í 3 bygningar, har ein liggur beint oman til flottu strondina, ið nevnist Kleopatra Beach. Um ein heldur vil halda seg til svimjihylin so eru góðir møguleikar fyri tí. Hotellið lænir út handklæðir til svimjihylin og strondina - so ein nýtist ikki at hugsa um tað.

Read more...

alt

Ferðast beinleiðis til Barcelona komandi summar 2012. Frá 17. juni til 19. august verður flogið beinleiðis til ein av best umtóktu stórbýum í Europa. Barcelona rúmar eina ørgrynnu av upplivingum. Vitjað kendu shoppinggøtuna La Rambla og njót eina góða máltíð á einum av mongu matstovunum og caféeum.  Uppliv flotta arkitekturin hjá kirkjuni La sagrada Familia. Frálíkt høvi er at njóta lívið á sólstrondini - sum hevur fingið heiður sum besta býarstrond frá National Geographic.
 

Senator Barcelona****

alt

 

                                                                                                                         

 

 

 

 

 

 

 
Hotellið hevur 213 lekkur kømur við baðirúm og hárturkara. Sjónvarp og fría minibar (rúsfrí drekkivøra), telefon og aircondition. Hotellið hevur harumframt eisini venjingarhøli og vælverustovu við turkiskum bað, thermal swimjihyli og boblibað. Hotellið liggur tæt við Diagonal Avenue og ikki langt frá Sants tokstøðini í umráðnum Les Corts - Camp Nou Stadium.

Prísur fyri hvønn úr kr. 5770,-
Íroknað: ferðaseðlar, avgjøld, gisting í 1 viku  v/ morgunmati.
Ikki íroknað: Avlýsingar- og ferðatrygging. 

______________________________________________________________________________________________________

Tryp Apolo****

 TRYP Barcelona Apolo - tryp barcelona apolo hotel

Gott hotell liggur væl fyri mitt í býnum. Tæt við La Rambla, Montjuic og havnaøki. Hotellið hevur barr og kafeteriu, við morgunmatarsjálvtøkuborði. Møguleiki er at bíleggja ymsikar lættar rættir. Góð og nýmótast kømur við aircondition. Hárturkari. Sjónvarp og minibar. Tráleyst internet til egna teldu (mótvegis gjaldi) 

Prísur fyri hvønn úr kr. 6.345,-  
Íroknað: ferðaseðlar, avgjøld, gisting í 1 viku  v/ morgunmati.
Ikki íroknað: Avlýsingar- og ferðatrygging. 

Forkela teg og onkran av tín kæru við einum vikuskiftistúri til Keypmannahavnar og gisti á 4* hotelli 

alt                                                  
Vikuskiftisferð íroknað flogferð, avgjøld og gisting í 4 nætur við morgunmati

Frítt val millum :

The Square
Tivoli Hotel
Imperial Hotel
71 Nyhavn Hotel

Prísur fyri hvønn úr kr. 3.549,-

Tilboðið er galdandi til 30 apríl 2012

TÓ ikki galdandi hesar dagar:
17-18 nov, 25-26 nov
02-03 dec, 08-09 dec
01-02 feb
15-19 apr

 Set teg í samband við okkum á tel. 342600 ella send okkum ein teldupost á  This e-mail address is being protected from spambots. You need JavaScript enabled to view it