NÝTT - nú beinleiðis Keypmannahavn - Tel Aviv

Skriva út

Cimber Sterling starter rute til Tel Aviv


Cimber Sterling boðar frá í tíðindaskrivi:

1. novembur 2010 byrjar Cimber at flúgva beinleiðis millum Keypmannahavn og Tel Aviv. Hetta er fyrsta ruta hjá felagnum uttanfyri Europa. Flogfelagið væntar at nýggja rutan er áhugaverd, bæði fyri handils- og frítíðar ferðandi til Ísraels. 
 

"Nútíðar stórbýurin Tel Aviv vendir sær bæði til ferðandi í handilsørindum og frítíðarferðandi í øllum Norðurlondum. Cimber Sterling er einasta felag sum flýgur beinleiðis úr Danmørk vetrarhálvuna, og vit vænta hópin av ferðafólki á hesum nýggja og spennandi ferðamáli, samstundis sum handilsferðandi fáa stóran fyrimun av hesum nýggja beinleiðis sambandi", sigur Lars Bording, sølustjóri í Cimber Sterling, og leggur afturat: ”Og hetta er eisini eitt serligt ferðamál fyri okkum, av tí at vit ikki áður hava flogið út um Evropa.”

Byrjað verður 1. november 2010 og flogið verður 3 ferðir um vikuna:

Mánadag, mikudag og fríggjadag:

úr Keypmannahavn kl. 09.05 (koma Tel Aviv kl.14.25)

úr Tel Aviv kl. 15.20 (koma Keypmannahavn kl. 19.20)

NB: Sølan av ferðaseðlum er byrjað og eru prísirnir úr kr. 895,- hvønn vegin.

FAROE TRAVEL hevur nógvar royndir í ferðing til Ísraels, og er til reiðar at veita tænastu og at leggja ferð tína til rættis.