
Prísur, galdandi úr Føroyum, úr kr. 6.225,- fyri hvønn
Side hevur snøgt sagt okkurt til øll. Í summar 2012 letur eitt nýtt Sunprime hotell til vaksin upp. Somuleiðis lata nýggj Sunwing og SunGarden hotell upp til barnafamiljurnar.
Tað er sera hugnaligt og læruríkt at ganga runt í gamla býarpartinum, sum er merktur av rómverskum og griskum mentunanarvi. Gamli býarparturin vendir móti miðjarhavinum og leivdirnar av Apollo templinum er ein fantastiska flott sjón við sólsetur. Flotta Amfiteatri sum einaferð hevur rúma 15.000 áskoðarum til Gladiator bardagar er sanniliga eisini vakurt at síggja.
Side hevur ikki bert langar breiðar sandstrendur sum lokkað. Møguleiki fyri at eta gott og bíligt er stórur og er man stinnur í at prutta um prísin so er lagamanni at fylla viðføri við teppum, smykkum, leðurvøru, turrikløðum o.ø
Tæt við Side liggur Manavgat sum hevur torgdagar hvønn mána- og hósdag - ómakasleyst er at hoppa í ein dolmus og koyra til Manavgat.
Gistingar møguleikarnir eru fleiri í Side. Uttan mun til um man ferðast við familjuni, sum par ella ungdómar so er ein ørgrynna av hotellum. Ferðast man við familjuni eru Sunwing Resort & Spa Side West Beach og Sunwing Resort & Spa Side East Beach upplagt. Har er snøgt sagt alt ein familja kann ynskja sær tá talan er um frítíð. Nevnast kan í stand gjørda Sunprime Dogan Side Beach, har ferian er merkt av avslappaðu og vøkrum umhvørvið, har SPA viðgerðir, góður matur og vín er raðfest ovarliga.
| Miðalhiti | |||||||||||||
| Jan | Feb | Mar | Apr | Mai | Jun | Jul | Aug | Sep | Okt | Nov | Des | ||
| Luft max | 15 | 15 | 18 | 21 | 25 | 30 | 34 | 34 | 31 | 26 | 22 | 17 | |
| Luft min. | 6 | 7 | 8 | 11 | 15 | 20 | 23 | 23 | 19 | 15 | 11 | 8 | |
| Vatn | 16 | 16 | 16 | 17 | 20 | 23 | 25 | 27 | 26 | 24 | 20 | 18 | |
Hotell








