Grikkaland

Skriva út

Grikkaland

Condesa de la Bahia


 

SunGarden Sea Club


 

Chania, Kreta

Prísur, galdandi úr Føroyum, úr kr. 6.949,- fyri hvønn

Chania liggur á norðvestur síðuni av Kreta og hevur eina rúgvu av hugnaligum býum. Framvið landinum liggja deiligar baðistrendur hvar hýrurin er afslappaður, óansæð um tað er um dagin hvar børn og vaksin hugna sær á strondini ella um kvøldið, tá vertshús-lívið lívna upp uttanfyri. Góðir møguleikar at fara útferðir í tí flottu fjallanáttúruni, vitja oljuberjalundir og lítlar bygdir. Upplagt er eisini at vitja Chania har hópin av áhugaverdum er at uppliva, m.a tær turkisku moskurnar, tann Venetianska havnin, marknaðartorgið og ikki at gloyma allar matstovurnar. Góðir møguleikar at taka buss ella taxa.

Miðalhiti
  Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
Luft max 16 16 17 20 23 27 29 29 27 24 21 18
Luft min. 9 9 10 12 15 19 22 22 19 17 14 11
Vatn - - - 20 20 22 25 27 24 20 - -


Hotell

Majestic ****



Majestic ****

Gott hotell við íbúðum tætt við strondina og miðdepil. Hotellið er í fleiri bygningum við einum lekrum umhvørvið við svimjihyljum, liggistólum og poolbarr ið borðreiðir við ymiskum løttum rættum. A la Carte matstova og barr. Roomservice kl. 08-24.

Hugnaligar íbúðir við altan móti umhvørvinum ella svimjihyljunum. Uppreiðing. Køkskrókur við kaffimaskinu. Spísipláss. Tv. Reingerðing 6 dagar um vikuna tó ikki uppvask. Internet móti gjaldi.

Majestic                 ****
Til býin   600m   Svimjihylur   2   Hæddir   3
Strond   100m   Barnahylur   Ja   Lyfta   Ja
Matstova   Ja   Køliskáp   Ja   Íbúðir   65
Barr   Ja   Aircondition Ja   Móttøka   Partvíst
 

Alexandra Beach ****

Alexandra Beach ****

Hotellið er eitt SunGarden hotell við fokus á familjuna. Fleiri ferðir um vikuna eru ymisk ítriv og undirhald, ið er ókeypis. Tey minstu kunnu gleða seg til OpenHouse har tey saman við mammu ella pápa kunnu hugna sær saman og ikki minst skapa nýggj vinarbond.
Stórur havi við sólpalli, liggistólum og barnavinarligum svimjiøki. Jacuzzi. Spa við innandura hyli (móti gjaldi) Flogbólt, billiard, og spælipláss. Matstovur og handlar, tó er størri útboð bert eitt stutt frá í miðdeplinum Agia Marinas.

Íbúðirnar eru við svala og hava ymiskar støddir. 1 rúms íbúðirnar hava spísipláss úti á svalanum. Uppreiðing. Køkskrókur við mikroovni, kaffimaskinu, breyðristara. Tv. Hárturkari. Reingerðing  dahar um vikuna tó ikki uppvask.

Alexandra Beach               ****
Til býin   1km   Svimjihylur   2   Hæddir   3
Strond   0m   Barnahylur   Ja   Lyfta   Partvís
Matstova   Ja   Køliskáp   Ja   Íbúðir   130
Barr   Ja   Aircondition Partvís   Móttøka   Ja
 

Stefan village ***+

Stefan Village ***+

Hotellið er partur av SunGarden har familjan altíð er í fokus. Fleiri ítriv og undirhald um vikuna, eitt nú Mini Disco og ítriv fyri alla familjuna. Hetta er alt ókeypis. Eisini er OpenHouse fyri tey smærru  har børnini saman við foreldrunum kunnu hugna sær men eisini har tey kunnu knýta vinarbond við onnur børn.
SunGarden Stefan Village liggur perfekt í Agia Marina, bert fáa hundrað metrar frá miðdeplinum og strondini. Hotellið hevur flott poolumráði við 2 hyljum og barnahyli í skugganum. Liggistólar og poolbarr ið borðreiðir við løttum rættum. A la carte matstova og barr. Bortennis og flogbólt. Spælipláss og matvøruhandil.

Ljósar, hugnaligar íbúðir við altan uttan útsýni, móti havanum ella svimjiumráðnum. Summar íbúðir hava soviloft og aðrar grand lit. Uppreiðing. Køkskrókur við kaffimaskinu. Spísipláss. Reingerðing 6 dagar um vikuna tó ikki uppvask. Aircondition og internet mótivegis gjaldi.

Stefan Village               ***+
Til býin   500m   Svimjihylur   Ja   Hæddir   3
Strond   350m   Barnahylur   Ja   Lyfta   Nei
Matstova   Ja   Køliskáp   Ja   Íbúðir   90
Barr   Ja   Aircondition Partvís   Móttøka   Ja
 
 

SunGarden Viva Sunrise