Sunprime Ayia Napa Suites & Spa, Ayia Napa****

Skriva út

Sunprime Ayia Napa Suites & Spa

Sunprime Resort - feria fyri vaksin

Sunprime Resort leggur dent á lívsnjótarar, ið ferðast uttan børn. Um tú raðfestir góðan lekran mat, vakurt umhvørvið og góðar møguleikar at forkela teg við Spa & Wellness so er Sunprime júst nakað fyri teg. 

Í apríl 2012 opnar fyrsta Sunprime Resort á Cypern - Sunprime Ayia Napa Suites & Spa í nýliga í stand gjørdum umhvørvið har bestu karmanir fyri at slappa av,  njóta sól og summar, góðan mat o.a uttan børn er í hásæti.

Tann lekra Sandy Bay-strondin liggur stutt frá hotellinum og ómakasleyst er at koma inn til sentrum av Ayia Napa sum kann bjóða eitt breitt úrval av shopping og matstovum..

Møguleiki er fyri at liggja og slappa av runt um svimjihylin, har liggistólar og parasollir eru tøkar. Somuleiðis nýtist ikki at hugsa um at taka handklæði við oman í svimjihylin - tey liggja klár at taka við hylin. Hevur ein tørv á at fáa pulsin upp so er møguleiki at taka lut í einum av venjingartímunum tey bjóða m.a Yoga ella njóta eina viðgerð í SPA deildini. Møguligt er at bíleggja tíð til ymiskar viðgerðir heimanifrá - hetta kann tó eisini gerast á staðnum.
 

Miðalhiti  
  Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des  
Luft max 16 17 19 23 28 32 34 34 32 28 23 19  
Luft min. 6 6 7 11 15 19 22 22 19 15 12 8  
Vatn 16 17 17 19 21 24 26 28 27 25 22 19


Prísur, galdandi úr Føroyum, úr kr. 7.625,- fyri hvønn