Sunny Beach, Bulgaria

Skriva út



Prísur, galdandi úr Føroyum, úr kr. 5.799 fyri hvønn

Sunny Beach er eitt av best umtóktu frítíðarstøðum í Bulgaria. Serliga er tað tan langa hvíta sandstrondin ið eyðkennir Sunny Beach. Umráði tiltalar barnafamiljur, pør og ung. Strondvegurin er bilfríur so tey smæstu kunnu hugna sær frítt. Tá ein er troyttur av sólini og strondini eru nógv ítriv so sum vatnland, vatnsport, minigolf, spælipláss, tennis, bowling o.a

Ein ørgrynna av kafeum og matstovan har ein etur fyri rímiligan prís. Aloftast skipa matstovurnar fyri undirhaldi fyri at kveikja góða og hugnaliga dámin. Nógvir handlar selja handarbeiði, taskur, skógvur og klæðir. Út á kvøldið opnað náttklubbar og diskotekir, ið hava opið út á ljósan morgun.

Miðalhiti
  Jan Feb Mar Apr Mai Jun Jul Aug Sep Okt Nov Des
Luft max 6 6 11 16 22 26 30 29 26 21 13 7
Luft min. -1 -1 2 7 12 16 19 18 14 11 6 1
Vatn 2 3 6 11 16 21 23 23 20 15 10 4


Hotell


Barcelo Royal Beach *****

                                   

Barcelo Royal Beach *****

Hugnaligt hotell mitt í Sunny Beach. Strondin liggur í gangi frástøðu frá hotellinum.
Kømurni eru ljós við altan móti umhvørvinum. Uppreiðing. Tv. Internet mótivegis gjaldi. Hárturkari. Hálvpension er íroknað fyri kømur. Møguleiki er at keypa All Inclusive
Íbúðirnar hava altan. Uppreiðing. Tv. Køkskrókur við ovni mikroovni og el ketli. Hárturkari. Daglig reingerðing.

Barcelo Royal Beach              *****
Til býin   200m   Svimjihylur   3 stk   Hæddir   8
Strond   300m   Barnahylur   Ja   Lyfta   Partvís
Matstova   Ja   Køliskáp   Partvís   Kømur   300
Barr   Ja   Aircondition Ja   Móttøka   Ja
 

Chaika Beach ****

Chaika Beach *****

Stórt familjuvinarligt hotell við strondgøtuna og góðir innkeypsmøguleikar. Tveir svimjihyljar við liggistólum og poolbarr. Matstova við buffet og a la carte harafturat írskt pupp við livandi tónleiki fleiri ferðir um vikuna. Roomservice kl 10.23. Jacuzzi.

Kømurni hava altan móti umhvørvinum. Uppreiðing. Tv. Køliskáp. Mikroovn og kaffimaskinu. Morgunmatarbuffet.

Chaika Beach               ****
Til býin   300m   Svimjihylur   2 stk   Hæddir   9
Strond   0m   Barnahylur   Ja   Lyfta   Ja
Matstova   Ja   Køliskáp   Ja   Kømur   701
Barr   Ja   Aircondition Ja   Móttøka   Ja
 

Blue Bay ***+



Blue Bay ***+

Gott hotell í útkantinum av Sunny Beach tó beint við strondina. Eitt gott val um man vil búgva eitt sindur burturfrá í friðaligum umhvørvi men tætt við strondina. Svimjihylur við liggistólum. A la carte matstova og barr.

Kømurni eru nýtíðmans innrættaði við altan við havútsýni ella avmarkaðum havútsýni. Tv. Morgunmatarsjálvtøkuborð 

Íbúðirnar hava altan við havútsýni ella avmarkaðum havútsýni. Uppreiðing. Køkskrókur. Spísipláss á altanini. Tv. Daglig reingerðing tó ikki uppvask. Morgunmatarsjálvtøkuborð

Blue Bay                 ***+
Til býin   2,5km   Svimjihylur   Ja   Hæddir   5
Strond   50m   Barnahylur   Ja   Lyfta   Ja
Matstova   Ja   Køliskáp   Ja   Køm/íbúð   37
Barr   Ja   Aircondition Ja   Móttøka   Ja