Nú koma vikuskiftis ferðaseðlarnir aftur.
 
Hesir ferðaseðlar, ið hava verið burtur eina tíð, verða nú aftur at fáa.
 
Tilboðið er galdandi tá ið flogið verður úr Føroyum hósdag, fríggjadag ella leygardag.
Ferðin heimaftur skal vera sunnudag ella mánadag.
 
Kostnaðurin fyri vikuskiftisferðaseðil, t.d. til Keypmannahavnar: úr kr. 2.634,-
Tilber at flyta fráferð ímóti meirkostnaði.
 
Vissa tær pláss í góðari tíð !  

Vit hava fingurin á pulsinum - ring til okkara á tel. 34 26 00 ella send okkum ein teldupost á Henda teldupostadressan er vart móti forritum, ið savna teldupostadressur. Tú skalt aktivera Javascript fyri at síggja adressuna.

Cimber Sterling starter rute til Tel Aviv


Cimber Sterling boðar frá í tíðindaskrivi:

1. novembur 2010 byrjar Cimber at flúgva beinleiðis millum Keypmannahavn og Tel Aviv. Hetta er fyrsta ruta hjá felagnum uttanfyri Europa. Flogfelagið væntar at nýggja rutan er áhugaverd, bæði fyri handils- og frítíðar ferðandi til Ísraels. 
 

"Nútíðar stórbýurin Tel Aviv vendir sær bæði til ferðandi í handilsørindum og frítíðarferðandi í øllum Norðurlondum. Cimber Sterling er einasta felag sum flýgur beinleiðis úr Danmørk vetrarhálvuna, og vit vænta hópin av ferðafólki á hesum nýggja og spennandi ferðamáli, samstundis sum handilsferðandi fáa stóran fyrimun av hesum nýggja beinleiðis sambandi", sigur Lars Bording, sølustjóri í Cimber Sterling, og leggur afturat: ”Og hetta er eisini eitt serligt ferðamál fyri okkum, av tí at vit ikki áður hava flogið út um Evropa.”

Byrjað verður 1. november 2010 og flogið verður 3 ferðir um vikuna:

Mánadag, mikudag og fríggjadag:

úr Keypmannahavn kl. 09.05 (koma Tel Aviv kl.14.25)

úr Tel Aviv kl. 15.20 (koma Keypmannahavn kl. 19.20)

NB: Sølan av ferðaseðlum er byrjað og eru prísirnir úr kr. 895,- hvønn vegin.

FAROE TRAVEL hevur nógvar royndir í ferðing til Ísraels, og er til reiðar at veita tænastu og at leggja ferð tína til rættis.

 

 

Vælvera á fyrsta klassa

Hví ikki royna okkurt øðrvísi - ein njótingartúr til Budapest, við tí fyri eyga at slappa av, løða battarírni upp og njóta framúr góðar viðgerðir.

Fráferð úr Føroyum 13.10.10 - 18.10.10

Prísir úr Føroyum, úr kr. 7.617,-

alt  alt  alt

Gist á Grand Hotel Margitszigit ****

Íroknað er:
3 x nætur í standard rúmi
3 x morgunmatarbuffet
3 x døgurða
1 x 20 min. frískandi aroma massaga
1 x Cleopatra bad
Til hennara: 1 x 50 min. Clarins pro andlits viðgerð 
Til hansara: 1 x 60 minutters Clarins andlits viðgerð 
Atgongd til spa (thermalskt bað, svimjihyl, sauna og dampbað)
Atgongd til ymiskar aktivitets- og ítróttarskráir 
Atgongd til Danubius premier fitness club

Ikki íroknað:

Gisting í Keypmannahavn
Avlýsingartrygging 
Ferðatrygging
 

c_150_150_16777215_0_https___www.atlantic.fo_SiteFiles_Public_62_Temp_7167_24244ac8-dc3b-448b-8954-b2b60a09d997Pakkaferð, beinleiðis úr Føroyum til Aalborg í tíðarskeiðnum 8. juli til 14. august 2010:

Flogið verður við Atlantic Airways úr Føroyum, hósdag kl. 14.00 og heimaftur mánadag kl. 19.40.

INNIVIST á ZLEEP HOTEL AALBORG, Fjordagde 20, DK-9000 Aalborg

Hotellið liggur í miðbýnum. Tað hevur matstovu til morgunmatin, lounge. har tilber at keypa sær okkurt smávegis at eta og drekka.